onsdag, marts 28, 2007

Zoologisk Have

Sunnudagin var eisini ordiliga gott veður, so vit nýttu høvi til at fara í Zoologisk Have! Tað var alle tiders, og tað er jú altíð stuttligt at síggja øll tey ymisku djórini. Annars so hevur Beinta longu nú sæð 2 vespur og 2 humlebiir!! Er tað bara eg, ella er tað ikki oordiliga tíðliga?! Vit hava jú bara mars mánaða enn...eg frykti fyri summarinum, puha...

Tvær av apunum


Ein av apunum var ein ordiligur bandit, hon tók m.a. ein posa frá eini aðrari apu! Og til síðst fóru allar apurnar eftir bandittinum, so her verður hon jaktað hehe


Elisabet dámdi væl at verða í Zoo ;)


Hetta er ein surikat - er hann ikki bara fittur? Tað sær næstan út sum hann smílist til kameraið hehe ;)


Hesir surikattarnir beistaðust eitt sindur í tí góða veðrinum :)


Fílarnir vóru allir innandura og fingu at eta.


Elisabet dámdi ikki so væl luktin inni hjá fílunum, haha!


Tikarin var eisini inni og fekk sær okkurt at eta ;)


Giraffurin stakk líka høvdið út um hegnið!


Ein zebra


Arnstein og Elisabet inni í einum av húsunum í tí Afrikanska Landsbýnum


Sjóleyvan slappaði væææl av!


Elisabet og Beinta :)


Hesin kamelurin sá út til at nýta tað góða veðrið :)

Ingen kommentarer: