Leygarkvøldið fingu vit vitjan av Kristinu, Mai, Jakob og Troels. Tey komu yvir at spæla Risk - eitt spæl, sum Arnstein fekk í føðingardagsgávu :-) Beinta hevði bakað ein stakk av pannukøkum (sum opinbart mintu um Rasmus-Klump pannukøkur hehe). Aftaná vit høvdu etið pannukøkur og drukkið te og kaffi, fingu vit okkum vín og chips osv. Eisini kom eitt sindur av turrum fiski á borðið, tí tað høvdu vit lovað teimum at smakka, tá ið vit fingu tað aftur. So vit máttu heldur halda, hvat vit høvdu lovað ;) Elisabet nýtti at sleppa at verða við í spælinum, hon og Arnstein vóru í parti :)
Kristina og Mai :-)

Arnstein og Troels :-)

Arnstein

Mai

Troels

Jakob

Kristina

Beinta

Og her eru so øll (uttan Beinta) - Jakob, Kristina, Mai, Arnstein, Elisabet og Troels :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar