torsdag, februar 22, 2007

Kavamyndir

Tá ið eg vaknaði í morgun, var nógv meira kavi komin enn í gjár, og tað lá í rúgvum allastaðni. Myndirnar eru frá kollegiinum her, og frá gøtunum runt umkring her. Sum tit síggja, búgvi eg tíbetur á "røttu" síðuni av kollegiinum, tí mín hurð var ikki kavað til í morgun;) Bilar standa fastir, skúlin avlýstur, bussar avlýstir, tøk á ítróttarhallum eru dottin niður osfr. Sum skilst, so eru danir ikki væl brynjaðir til kavastorm!! Nú eri bara spent uppá, um eg skal í skúla í morgin, tí hann spáar meira kava í nátt!!





onsdag, februar 21, 2007

Hygg, kavin hann er komin...

Í gjárkvøldi byrjaði tað at kava her í Ålborg, og í dag er næstan kaotiskt, siga tey. Bilar standa fastir allastaðni, motorvegir sperraðir, bussar seinkaðir 1 tíma, skúlin stongir tíðliga osfr. Her liggur fitt av kava, sum tit síggja á myndunum, og tað kavar og fýkur alla tíðina. Tað var ikki so stuttligt at ganga heim úr skúla í dag, brrr... Men sum tit síggja, so er ikki akkra veður til hvørki at súkkla ella grilla í dag!! So tað er nokk best at sita undir teppinum og drekka ein heitan temunn;) Tíbetur havi eg frí í morgin :)




tirsdag, februar 13, 2007

Í Århus

Í vikuskiftinum var eg í Århus og vitjaði Louise, eina vinkonu hjá mær. Vit høvdu jólafrokost leygarkvøldið saman við fleiri øðrum vinkonum hjá henni, tað var stak hugnaligt ;) Myndirnar eru av Louise, Daniel (beiggi hennara) og mær.



Flott morgunmynd

Hesa myndina tók Arnstein ein morgunin, áðrenn vit fóru til arbeiðis. Sum tit síggja, so var tað sera pent veður!

Í Blómubrekku

Leygarkvøldið áðrenn eg fór til Danmarkar aftur, bjóðaðu Ingrið og Uni okkum yvir til døgurða, tað var ordiliga hugnaligt. Prinz, teirra øri hundur, gjørdi seg eitt sindur upp. Tvætl, hann er ikki altíð ørur, hann er eisini fittur :) (Og JA, tað kemur frá mær!!)



Vit bæði :)

Planet Awards 2007

Herfyri var eg aftur ein túr í Føroyum! Tað var líka gott sum altíð at verða heima:) Vit vóru m.a. til Planet Awards, tað var eitt gott kvøld. Høvuðsnavnið á Planet Awards var Bryan Rice, sum tit síggja á myndunum niðanfyri.



onsdag, februar 07, 2007