Hesir dagarnir hevur verið ordiliga lekkurt veður!! Her fóru vit ein gongutúr í økinum runt um her, sum vit búgva. Vit gingu eisini yvir til Katrin og tey ein túr, men har var bara Gunnbrit inni - og nýggja kettan, sum vit vóru so forvitin eftir at síggja! Og hon var bara so fitt og pen :) Her eru nakrar myndir frá gøtuni á veg yvir til Katrin - á gøtuni eru nakrar fínar standmyndir av H.C. Andersen figurunum, og Elisabet var ein ordans klatrimús hendan dagin!
Elisabet og Arnstein :)

Elisabet framman fyri "Den grimme ælling"

Elisabet og Beinta frammanfyri standmyndina "Fyrtøjet" :)

Elisabet á veg upp á Fyrtøjet!

Ja, hesi vóru fín at halda um ;)

Elisabet á høvdinum á "Havfruen" :)

Beinta og Arnstein

Elisabet og Arnstein við standmyndina av "Den grimme ælling".
Ingen kommentarer:
Send en kommentar