mandag, november 20, 2006

So er tað yvirstaðið!!



Jubbi, so hevur Beinta bestaðið próvtøkuna á praktikkstaðnum! So eru bara nakrir fáir dagar eftir á Hjertemedicinsk Afdeling S2 á Aalborg Sygehus. Tað er tó eitt sindur keðiligt, tí tað er ein ógvuliga góð deild at verða á!


Sum tit nokk øll vita, so er Arnstein farin til Føroyar at arbeiða. Hann hevur fingið arbeiði hjá Blika í Havn, og skuldi byrja har í dag! So tað vil siga, at nú býr Beinta fyri seg sjálva í Ålborg, men vónandi varar tað ikki so leingi, áðrenn vit aftur kunnu flyta saman :)

søndag, november 05, 2006

Elisabet mist tonn!

Leygardagin, tá Elisabet var hjá Gunnbrit og spældi, misti hon eina tonn! Hetta var tann 9. tonnin, sum hon hevur mist, so hon er eftirhondini von við tað. So von við tað, at hon veit eisini akkurát, hvussu hon skal "hondtera" tannfe´ina! Hon gloymdi nemliga at leggja tonnina undir koddan leygarkvøldið, men kortini lógu 20 kr har, tá ið hon vaknaði! Ikki eiti á, sum handan tannfein er gávublíð! So í kvøld ætlar Elisabet at leggja tonnina undir koddan, tá hon leggur seg at sova í Horne og so vita, um hon kundi lumpa tannfeina og so aftur fáa pengar! Tí kanska var tað ikki tann sama tannfein, sum var í Ålborg og í Horne....??


Elisabet og Gunnbrit hugna sær

Fríggjakvøldið svav Gunnbrit hjá Elisabet, og tær báðar hugnaðu sær so nógv. So nógv, at Elisabet vildi við yvir til Gunnbrit at spæla leygardagin. Tá ið vit so spadseraðu yvir til Gunnbrit og tey seinni um dagin fyri at heinta Elisabet, tá høvdu tær báðar avgjørt, at tær vildu sova saman aftur leygarkvøldið! So tað gjørdu tær so...tær eru blivnar ordiligar vinkonur, og tað er Elisabet ordiliga glað fyri, hon hevur saknað at hava eina vinkonu at spæla við, tá hon er í Ålborg.



















Her er gummu og gubba´sa aftur! ;) Sum tit síggja á heimasíðuni hjá Allan (www.patursson.blogspot.com), so hevur hesin lítli kúllurin krút í rumpuni, og hann er allastaðni! :)

Annika á vitjan í Ålborg! :)

Síðsta vikuskiftið var Annika systir ein túr og vitjaði okkum! Tað var sera deiligt, og vit hyggaðu okkum ordiliga nógv. Vit vóru m.a. ein túr í býnum og hugdu í handlar, í biograf, á kempustórum loppumarknað (sum tó ikki var soo spennandi), til hugnaløtu fyri føroyingar (Føroyingafelagið í Ålborg skipaði fyri) og á café og ótu lekran "frokost".



Drekkamunn á Brandevej

Katrin, Jóan Petur, Allan, Gunnbrit og vinkonan hjá Gunnbrit, Linnea, vóru til drekkamunn ein dagin. Beinta hevði havt bindiklubb kvøldið fyri, so tað var nokk av kaku og bollum eftir!