mandag, december 04, 2006

Tina og Frida í Ålborg! :)

Leygarkvøldið gjørdu vit døgurða og bara hugnaðu okkum :)






























Tina og Frida í Ålborg!! :)

Fríggjadagin settu Tina og Frida seg í bussin og komu allan vegin úr Keypmannahavn til Ålborg at vitja! Tær steðgaðu heilt inntil mánamorgunin, so vit høvdu góða tíð at hugna okkum í ;) Fríggjakvøldið var býurin í Ålborg jólaprýddur og fleiri ymisk jólatiltøk vóru á skránni. Handlarnir høvdu eisini opið til kl 22. So tá ið Tina og Frida komu úr bussinum, fóru vit beina leið oman í býin at mala í nakrar tímar.

Frida og Beinta frammanfyri jólaskrýddu trøunum á Kennedy´s Plads (beint við banagarðin).















Á Gammeltorv hava tey gjørt tað ógvuliga hugnaligt við nógvum smáum hyttum við ymiskum jólaprýði og nógv jólabomm/køkur at fáa.
Hendan nissan kundi flúgva...???















Tina og Frida á Gammeltorv.




















Hmm, hava tey misskilt okkurt í Ålborg? Er tað føstulávint?? ;)

Gunnbrit og Allan á vitjan ;)

Hósdagin í farnu viku vóru Gunnbrit og Allan og vitjaðu ein stóran part av degnum. Beinta gumma fór eftir Allan kl 11, og so fóru vit bæði ein túr í býin at trilla og gera ørindir. Aftaná fóru vit so heim her, og Gunnbrit kom eisini. Vit hugnaðu okkum óført; vit spældu kort, Gunnbrit klipti jólapynt, og Allan var ógvuliga upptikin av at spæla við tann stóra Pilates-bóltin, sum gumman eigur.

Gunnbrit




















Allan við stóra bóltinum (sum næstan er størri enn hann sjálvur, hihi)




















Vit fingu okkum tomatsuppu við pasta og flutes.















Soleiðis kann ein hagusmekka eisini síggja út! :)

mandag, november 20, 2006

So er tað yvirstaðið!!



Jubbi, so hevur Beinta bestaðið próvtøkuna á praktikkstaðnum! So eru bara nakrir fáir dagar eftir á Hjertemedicinsk Afdeling S2 á Aalborg Sygehus. Tað er tó eitt sindur keðiligt, tí tað er ein ógvuliga góð deild at verða á!


Sum tit nokk øll vita, so er Arnstein farin til Føroyar at arbeiða. Hann hevur fingið arbeiði hjá Blika í Havn, og skuldi byrja har í dag! So tað vil siga, at nú býr Beinta fyri seg sjálva í Ålborg, men vónandi varar tað ikki so leingi, áðrenn vit aftur kunnu flyta saman :)

søndag, november 05, 2006

Elisabet mist tonn!

Leygardagin, tá Elisabet var hjá Gunnbrit og spældi, misti hon eina tonn! Hetta var tann 9. tonnin, sum hon hevur mist, so hon er eftirhondini von við tað. So von við tað, at hon veit eisini akkurát, hvussu hon skal "hondtera" tannfe´ina! Hon gloymdi nemliga at leggja tonnina undir koddan leygarkvøldið, men kortini lógu 20 kr har, tá ið hon vaknaði! Ikki eiti á, sum handan tannfein er gávublíð! So í kvøld ætlar Elisabet at leggja tonnina undir koddan, tá hon leggur seg at sova í Horne og so vita, um hon kundi lumpa tannfeina og so aftur fáa pengar! Tí kanska var tað ikki tann sama tannfein, sum var í Ålborg og í Horne....??


Elisabet og Gunnbrit hugna sær

Fríggjakvøldið svav Gunnbrit hjá Elisabet, og tær báðar hugnaðu sær so nógv. So nógv, at Elisabet vildi við yvir til Gunnbrit at spæla leygardagin. Tá ið vit so spadseraðu yvir til Gunnbrit og tey seinni um dagin fyri at heinta Elisabet, tá høvdu tær báðar avgjørt, at tær vildu sova saman aftur leygarkvøldið! So tað gjørdu tær so...tær eru blivnar ordiligar vinkonur, og tað er Elisabet ordiliga glað fyri, hon hevur saknað at hava eina vinkonu at spæla við, tá hon er í Ålborg.



















Her er gummu og gubba´sa aftur! ;) Sum tit síggja á heimasíðuni hjá Allan (www.patursson.blogspot.com), so hevur hesin lítli kúllurin krút í rumpuni, og hann er allastaðni! :)

Annika á vitjan í Ålborg! :)

Síðsta vikuskiftið var Annika systir ein túr og vitjaði okkum! Tað var sera deiligt, og vit hyggaðu okkum ordiliga nógv. Vit vóru m.a. ein túr í býnum og hugdu í handlar, í biograf, á kempustórum loppumarknað (sum tó ikki var soo spennandi), til hugnaløtu fyri føroyingar (Føroyingafelagið í Ålborg skipaði fyri) og á café og ótu lekran "frokost".



Drekkamunn á Brandevej

Katrin, Jóan Petur, Allan, Gunnbrit og vinkonan hjá Gunnbrit, Linnea, vóru til drekkamunn ein dagin. Beinta hevði havt bindiklubb kvøldið fyri, so tað var nokk av kaku og bollum eftir!




















mandag, oktober 16, 2006

Elisabet málar

Elisabet dámar væl at mála. Her málar hon eina skógvaeskju um til eitt undirvatnsheim fyri sínar fingrabamsur, sum hon fekk, tá vit vóru í Ikea. Fingrabamsurnar eru fiskar, krabbar, hvalar, skjaldbøkur osfr., so tað var rættiliga kreativt at gera eitt heim til tey ;)

Nýggja reol + ummøblering

Leygardagin vóru vit í Ikea í Århus og keyptu okkum eina nýggja reol. Elisabet og Arnstein vóru so ófør at seta hana saman, og her kunnu tit síggja úrslitið!















Elisabet og Arnstein seta reolina saman.














Vit trúðu ikki, vit fingu innrættingina til at ganga upp, men til síðst gekk tað! Tað er ikki so, tá man ikki hevur so gott pláss...

torsdag, oktober 12, 2006

Vitjan úr Føroyum

Í síðstu viku høvdu vit vitjan av Sigtór, Ruth, John og Jónas :)



Í summarhúsi

Í vikuskiftinum var Beinta í summarhúsi beint uttanfyri Løkken í Vesturjyllandi, saman við 3 gentum frá skúlanum, Camilla, Stinne og Maiken.



Í Keypmannahavn :)

Síðsta vikuskiftið í september var eg (Beinta) ein túr í Keypmannahavn! Har vitjaði eg fyrst Anniku og Sølva, sum jú júst eru flutt niður at búgva. Tey hava fingið eina fína og ógvuliga sentrala íbúð! Eisini vóru Annika og eg og vitjaðu Poulu, Hanus og Magnus. Magnus, hann er bara fittur ;) Næsta dagin var eg í føðingardag hjá Tinu, sum fylti 23 ár. Tað var eitt ordiliga gott og stuttligt kvøld!







Vitjan av Ingrið og Una

Ingrið og Uni komu at vitja okkum t. 23. sep. Uni var bara ein dag, meðan Ingrið var her í 3 dagar! Tað var deiligt at fáa vitjan úr Føroyum :)

lørdag, september 23, 2006

Heima hjá okkum

Elisabet hevur fingið vitjan av Gunnbrit, tær báðar hugna sær óført! Katrin og Allan komu forbí við tannbust og náttklæðum til Gunnbrit, tí hon skuldi sova hjá okkum. Her síggja tit eisini, hvussu tær svóvu ;-)





Í Skagen




Mamma var og vitjaði okkum í Ålborg í august mánaða. Mamma, Gitte og Beinta vóru ein túr í Skagen í nakrar dagar, tað var ordiliga hugnaligt.
Vit høvdu ordiliga gott veður og búðu í einum fittum, lítlum úthúsi.