tirsdag, marts 13, 2007

Elisabet í Ålborg

Leygardagin kom Elisabet til Ålborg at vitja ;) Beint aftaná hon var komin, fóru vit báðar ein túr oman í Føtex, gingu báðar vegir. Har keyptu vit inn til døgurða um kvøldið, Elisabet vildi gjarna hava heimagjørda pizza, uuhmm.. Leygarkvøldið spældu vit báðar Matador og bara huganðu okkum. Sunnudagin komu Katrin, Gunnbrit og Allan ein túr yvir. Gunnbrit bleiv verandi, og Katrin og Allan fóru at ganga túr og lótu bilin standa eftir her í túninum! So eg hevði bil næstan allan sunnudagin, og tað bleiv útnyttað eitt sindur;) Seinnapartin fóru Elisabet, Gunnbrit og eg út at bowla í Nørresundby, tað var bara skek. Sunnukvøldið koyrdi eg so Elisabet aftur til Horne. Men tað varar nokk ikki so leingi, áðrenn hon kemur aftur til Ålborg, tí Arnstein kemur nemliga til Dk í næstu viku!! ;))

Elisabet og Gunnbrit hugnaðu sær ordiligani...Her hava tær lagt seg væl til rættis í sofuna (ella á borðið?!) og lesa bløð :)


Elisabet og Gunnbrit ;)


Elisabet og Beinta :)


Góðar vinkonur ;)

Ingen kommentarer: