onsdag, juni 13, 2007

Uppdatering

Ja, so var Beinta aftur sløv við at leggja myndir inn! Men tað hevur eisini sínar orsøkir, eftirsum eg var til eksamiu fríggjadagin í Farmakologi (huff, fái svar um 2 vikur..), og nú eru vit í gongd við at skriva uppgávu í bólkinum, sum skal avleverast mánadagin. Síðst í juni skal uppgávan so forsvarast. Men í kvøld er líka eina fríløta:)
Annars er ikki so nógv nýtt herfrá, um man sær burtur frá eksamium.. Alt pappírarbeiðið við flytingini er um at koma uppá pláss, og vit gleða okkum ótrúliga nógv til at fáa feriu og ikki minst til at fara til Turkalands! Arnstein kemur niður 30.juni, og morgunin eftir flúgva vit til Turkaland (líka aftaná eina yvirnáttning á Hotel Hilton, wiiii). Tá vit koma aftur úr tropunum, skulu vit so í gongd við at pakka íbúðina niður, og so flúgva (les: flytir Beinta) til Føroya 14.juli.
Annars gongur alt gott við graviditetinum, og vit gleða okkum til 12.juli, tá skulu vit til scanning fyri aðru ferð og til jarðarmóðir :)
Tá vit koma heima til Føroya, skal Beinta arbeiða í Imerco alt summarið, inntil hon byrjar á nýggjum skúla 27.august:) Tað verður spennandi!

Ingen kommentarer: