onsdag, juni 13, 2007

Summar og sól! :-)

Í vikuskiftinum var Elisabet í Ålborg:) Vit hugnaðu okkum ordiliga nógv, tað var so deiligt at hava hana her. Fríggjakvøldið vóru vit yviri hjá Katrin og teimum og grillaðu, uuhmm... Har vóru Katrin, Gunnbrit, Allan, Jeanette, Torleif og vit báðar.
Í vikuskiftinum vóru annars yvir 30 gradir, so puuhhaa tað var heitt!! Tað var næstan ikki inniverandi her heima í íbúðini, tí tað riggaði slett einki at lufta út, og sólin stóð beint inn í alla íbúðina. So tit kunnu ætla, at vit sveittaðu í vikuskiftinum!


















Vit fingu jarðber omaná :)




































Og Allan fekk ís:)














Elisabet og Gunnbrit :)


Leygardagin vóru vit (Beinta, Elisabet, Gunnbrit og Allan) til Åh Abe konsert í Nørresundby. Har vóru uml. 10000 fólk! Og 30 gradir, puha..men tað var heilt ok við tí, bara man drakk nokk av vætu osv. Til konsertina spældu m.a. Anna David, Sigurd Barret, Mek Pek, Signe Svendsen og so fleiri frá MGP 2006. Elisabet og Gunnbrit kendu ordiliga nógvar sangir, so tær hugnaðu sær óført. Og Allan var eisini ógvuliga áhugaður í at hyggja uppá scenuna, serliga tá bamsan kom og upptraðkaði! Á tí stóra konsertplássinum var eisini alt møguligt annað at royna, m.a. vóru Elisabet og Gunnbrit og teknaðu og fingu tikið mynd av sær inni í DR-teltinum, tær blivu málaðar í andlitið os vit keyptu poppkorn, ís osv.. Tað var ein fínur dagur!














Nóóógvir bilar!














Konsertplássið - nógv fólk og scenan í bakgrundini














Gunnbrit, Elisabet og Allan


















Allan sær okkurt spennandi














Her sæst Anna David syngja á stórskerminum














Her verður Elisabet málað














Og her verður Gunnbrit málað


















Allan sovnaði, meðan vit bíðaðu eftir at Elisabet og Gunnbrit blivu málaðar














Hygg so fínar tær eru:)














Hesir klovnarnir gjørdu bara balladu!














Gunnbrit, Beinta og Allan














Her syngja bamsan og konan (minnist ikki hvussu tey eita)














Vit høvdu massar av frukt við, men Allan var serliga upptikin av víndrúvunum :)














Her upptraðka nøkur frá MGP (barna melodi grand prix)














Tá ið konsertin endaði, sendu tey 1000 ballónir upp í luftina, tær vóru reyðar, gular, grønar, bláar og lillaðar!


Sunnudagin vóru Elisabet og eg ein túr úti á rulluskoytum. Tað var ógvuliga heitt, og vit vóru næstan ferdigar, tá vit komu heim aftur!


















Ingen kommentarer: