mandag, december 04, 2006

Tina og Frida í Ålborg!! :)

Fríggjadagin settu Tina og Frida seg í bussin og komu allan vegin úr Keypmannahavn til Ålborg at vitja! Tær steðgaðu heilt inntil mánamorgunin, so vit høvdu góða tíð at hugna okkum í ;) Fríggjakvøldið var býurin í Ålborg jólaprýddur og fleiri ymisk jólatiltøk vóru á skránni. Handlarnir høvdu eisini opið til kl 22. So tá ið Tina og Frida komu úr bussinum, fóru vit beina leið oman í býin at mala í nakrar tímar.

Frida og Beinta frammanfyri jólaskrýddu trøunum á Kennedy´s Plads (beint við banagarðin).















Á Gammeltorv hava tey gjørt tað ógvuliga hugnaligt við nógvum smáum hyttum við ymiskum jólaprýði og nógv jólabomm/køkur at fáa.
Hendan nissan kundi flúgva...???















Tina og Frida á Gammeltorv.




















Hmm, hava tey misskilt okkurt í Ålborg? Er tað føstulávint?? ;)

Ingen kommentarer: