mandag, december 04, 2006

Gunnbrit og Allan á vitjan ;)

Hósdagin í farnu viku vóru Gunnbrit og Allan og vitjaðu ein stóran part av degnum. Beinta gumma fór eftir Allan kl 11, og so fóru vit bæði ein túr í býin at trilla og gera ørindir. Aftaná fóru vit so heim her, og Gunnbrit kom eisini. Vit hugnaðu okkum óført; vit spældu kort, Gunnbrit klipti jólapynt, og Allan var ógvuliga upptikin av at spæla við tann stóra Pilates-bóltin, sum gumman eigur.

Gunnbrit




















Allan við stóra bóltinum (sum næstan er størri enn hann sjálvur, hihi)




















Vit fingu okkum tomatsuppu við pasta og flutes.















Soleiðis kann ein hagusmekka eisini síggja út! :)

Ingen kommentarer: