lørdag, oktober 20, 2007

Gunnbrit og Allan

Herfyri vóru vit bæði barnagentur hjá Gunnbrit og Allan í nakrar tímar, meðan Katrin var í Íslandi og Jóan Petur var til arbeiðis. Gunnbrit og Beinta vóru eftir Allan í vøggustovuni, og so vóru vit bara heima og hyggaðu okkum, gjørdu lasagne osv:) Allan er blivin so stórur nú og dugir soo væl at tosa! Hann fekk at vita, at Beinta gumma hevur baby í búkinum, tað helt hann vera ordiliga skek - og aftaá tað helt hann, at øll høvdu baby í búkinum, sjálvt Vaks (hundurin á myndini) hehe. Hann helt tað var serliga stuttligt at siga, at Arnstein gubbi hevði baby í búkinum. Ja tað er ikki nemt at skilja, tá man er 2 ár... :o)


Ingen kommentarer: