onsdag, maj 30, 2007

Baby á veg :))

Ja, so kunnu vit eisini almannakunngera tað herinni:) Vit bæði skulu verða foreldur í desember! :) Beinta er komin í 12.viku og er tískil sett til at eiga 17.des. So fáa vit at síggja, um tað verður jólaftan, á føðingardegnum hjá Beintu ella kanska nýggjársaftan? Tað verður spennandi :)
Beinta var til scanning í morgun. Tíverri kundi Arnstein ikki koma við, tí hann er jú í Føroyum. Men hann sleppur við til næstu scanning, sum verður í juli:) Ístaðin fyri Arnstein, mátti Kristina (mín vinkona og nábúgvi) traðka til og, sum hon segði, "agere far".
Scanningin gekk ordiliga gott! Vit sóu alt so klárt og týðiligt, tað var heilt ótrúligt at síggja. Vit sóu hjartað sláa, bein, armar, fingrar(!), nøs, andlit, heila og ja, alt! Baby er bara 4,7cm, so tað er heilt ótrúligt, at man longu kann síggja alt. Baby rørdi seg annars rættiliga nógv, hoppaði eitt sindur og flutti armar og bein allatíð - onkuntíð sá tað út, sum um tað vinkaði til okkum:)
Eg fekk 3 góðar myndir heim við, sum tit kunnu síggja her:














Baby vinkar! Um man hyggur væl eftir, so kann man enntá síggja nakrar pinkulítlar fingrar (hondin er uppi yvir høvdinum)! Ótrúligt ha? :) Her sæst allur kroppurin, eitt bein, nalvastrongurin, ein hond, nøsin og alt:)














Her sæst eisini alt, hondin er tó eitt sindur meira óklár.














Hendan myndin hevði eitt sindur betri upploysning, men eg haldi tó, at hinar myndirnar eru eitt sindur klárari. Tað sær út sum um baby ordiliga slappar av og hyggar sær ;)

Ingen kommentarer: