onsdag, februar 21, 2007

Hygg, kavin hann er komin...

Í gjárkvøldi byrjaði tað at kava her í Ålborg, og í dag er næstan kaotiskt, siga tey. Bilar standa fastir allastaðni, motorvegir sperraðir, bussar seinkaðir 1 tíma, skúlin stongir tíðliga osfr. Her liggur fitt av kava, sum tit síggja á myndunum, og tað kavar og fýkur alla tíðina. Tað var ikki so stuttligt at ganga heim úr skúla í dag, brrr... Men sum tit síggja, so er ikki akkra veður til hvørki at súkkla ella grilla í dag!! So tað er nokk best at sita undir teppinum og drekka ein heitan temunn;) Tíbetur havi eg frí í morgin :)




Ingen kommentarer: