søndag, april 29, 2007

Gestabók

Nú er komið eitt link til gestabók úti til høgru! So skrivið endiliga í :)

Nu er der kommet et link til gæstebogen ude i højre side! Så skriv endelig et par ord :)

Gummu´sa charmutrøll :)

Ein dagin í síðstu viku var Allan og vitjaði gummu sína í nakrar tímar. Vit bara tvætlaðu og hyggaðu okkum her heima, og so vóru vit eisini ein túr úti í Bilka. Her síggja tit myndir her heima, har Allan var stoltur í gummu´sa sólbrillum! Og meðan hann sat á trappuni og bíðaði eftir, at gumma skuldi blíva klár, so vit kundu fara út at "Keypa!!" :-)Er hann ikki bara eitt charmutrøll?







mandag, april 16, 2007

Grilla í góðveðrinum ;-)

Í vikuskiftinum og í dag hevur verið oordiliga lekkurt veður her í Danmark! Yvir 20 gradir og sól og summar;) Sunnudagin bjóðaði Katrin so yvir at grilla. Jeanette og Torleif komu eisini, tað var ordiliga hugnaligt. Vit grillaðu kotilettir, kylling, pylsur osfr., og høvdu salat og eplasalat afturvið. Omaná ótu vit kaku :) Her eru myndir av Gunnbrit, Katrin, Jeanette og Torleif :)


lørdag, april 14, 2007

Í Århus

Á páskum var eg ein túr í Århus í nakrar dagar. Fríggjakvøldið komu Mads og Morten og damurnar hjá teimum, José og Anne til páskadøgurða heima hjá fastir Gitte. Tíverri eru ongar myndir harfrá, tí Beinta gloymdi at taka kameraið fram:( Men her er nakrar myndir frá tá eg var og vitjaði Louise leygarkvøldið :)

Carla og Louise:)




Gott veður

Hetta var ein dagur, har tað var ordiliga gott veður! Tað eru gott nokk eini 2 vikur síðani (eg eri bara sløv at koyra myndir inn), og í millumtíðini hava vit havt nokkso óintressant veður.. Men men, nú er aftur gott! Og enn betri enntá! Í dag hava vit havt eini 20 gradir her í Ålborg og tey lovað eins gott - um ikki betri - veður teir næstu dagarnir! Í morgin fari eg at grilla yviri hjá Katrin og teimum, har koma eisini Jeanette og Torleif, eitt par, sum Katrin kennir væl. Myndir koma seinni:)





Fredagsbar á kollegiinum

Fríggjadagin fyri 2 vikum síðani var fredagsbar her á kollegiinum, sum tað er av og á. Men hesuferð var eitt sindur serligt, tí eitt orkestur mannað av fólki, sum býr her á kollegiinum, spældi. Ordiliga nógv fólk møttu upp, eini 3 ferðir so nógv, sum tað plaga at verða! Tað var eitt hugnaligt kvøld:)