Fyri eitt sindur meira enn tveimum vikum síðani vóru vit úti á Samsø. Kristina, elsta dóttirin hjá Elsebeth og Tomas (Elsebeth er systir Arnstein), skuldi konfirmerast, so øll familjan Davidsen var har. Vit, Arnstein, Elisabet og eg, steðgaðu á Samsø í 2 nætur. Komu hóskvøld, fríggjadag (Dýra Biðidag) var so konfirmatión, og so fóru vit avstað aftur leygardag. Her eru nakrar myndir frá døgunum...
Á veg til Samsø! Elisabet og Maria :)
Kirkjan
Allir konfirmantarnir hendan dagin.
Kristina verður konfirmerað
Tað er strævið at sita so leingi í kirkjuni... ;-)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar