Í vikuskiftinum var karneval í Ålborg - tað størsta í norðanlondum! Vit í bindiklubbanum fóru ein túr at hyggja. Fyrst møttust vit hjá Albertu til morgunmat, tað var ordiliga lekkurt. Aftaná fóru vit so oman í býin at hyggja at paraduni. Vit vóru eitt sindur seinar oman í býin, so vit náddu bara at síggja endan av paraduni. Endin var tó eisini langur - her vóru nokk eisini tey fólkini, sum vóru mest í ørviti, tað sá tað í øllum førum soleiðis út. Tó vóru eisini fleiri, sum vóru pent ílatin og fylgdu tema´num, sum var "Maskerade".
Haldis og Alberta sita uttanfyri har, sum Vónbjørt býr. Hon býr í Nørresundby, beint við síðunar av einum vatni (Lindholm Søpark), har er ordiliga hugnaligt.
Lindholm Søpark
Nógvar grýlur! Åh det skil... :)
Vónbjørt, Alberta, Haldis, Elinborg og Vanja. Og ja, ølirnar vóru trektar upp :)
Puha, tað verður ringt at sláa hesar sjúkrasystrarnar!!
Og jólamenn í shorts... hva ska jeg sige? ;)
Grýlurnar vóru allastaðni hehe
Ja, her eru nógv fólk ha?? Tað sigst, at uml. 25000 fólk vóru við í paraduni!! Og so skulu allir áskoðarnir leggjast afturat...
Hmm...??
"Hesi bæði" sóu so fitt út :)
Hesar fylgdu absolutt tema´num!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar