Mánadagin høvdu vit okkara síðstu próvtøku, so nú er summarferia!! Ella feria er kanska ov nógv sagt, tí nú er pakkingin byrjað! Men skúlin er í øllum førum liðugur í hesum umfarinum, og mánadagin var samstundis síðsti skúladagur hjá mær her í Danmark... So tað merkir, at eg skuldi siga farvæl við allar í bólkinum eisini, tað er sjálvandi keðiligt. Tær komu so allar til frokost og kaku her heima mánadagin seinnapartin, tað var ordiliga hugnaligt!!
Her eru tær allar, sum eg havi gingið í bólki saman við tað seinasta árið, og nakrar av teimum í 1½ ár.
Stinne, Camilla og Maiken :)
Lene, Camilla, Tanja og Inga :)
Stinne, Camilla, Maiken og Beinta :) Vit 4 hava skrivað uppgávu saman og hava verið í bólki saman øll 3 semestrini.
Frá nøkrum av gentunum fekk eg ein flottan Holmegaard vasa og eina bukett, sum hóskaði akkurát til! Ordiliga fitt av teimum ;)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar