Tá ið eg vaknaði í morgun, var nógv meira kavi komin enn í gjár, og tað lá í rúgvum allastaðni. Myndirnar eru frá kollegiinum her, og frá gøtunum runt umkring her. Sum tit síggja, búgvi eg tíbetur á "røttu" síðuni av kollegiinum, tí mín hurð var ikki kavað til í morgun;) Bilar standa fastir, skúlin avlýstur, bussar avlýstir, tøk á ítróttarhallum eru dottin niður osfr. Sum skilst, so eru danir ikki væl brynjaðir til kavastorm!! Nú eri bara spent uppá, um eg skal í skúla í morgin, tí hann spáar meira kava í nátt!!




