Í dag var eg eftir Elisabet, og hon svevur her til í morgin:) Í annaðkvøld skal hon so sova hjá Gunnbrit, tær báðar eru so øgiliga væl. Í kvøld gjørdu vit báðar eina sjokolátakøku og ótu vaniljuís afturvið. Elisabet vildi sleppa at sleikja restina av glasurinum, og soleiðis sá hon út aftaná ;)
fredag, januar 19, 2007
Góðveður í Ålborg í dag!
Í dag var ordiliga pent og gott veður í Danmark, í øllum førum uppi í Norðurjútlandi. Her eru nakrar myndir, sum eg tók á veg yvir til Katrin, Gunnbrit og Allan.
Ein av teim mongu útskornu H.C. Andersen træfigurunum, sum eru fram við gøtuni.
Skúlin hjá mær, hann sá so fínur út í góðveðrinum. Síggj meira um skúlan her.Sólin sædd frá altanini hjá okkum :)
Gunnbrit og Allan á vitjan
mandag, januar 08, 2007
Føroyar
Hvør er tað, sum grenjar um veðrið í Føroyum?? Okey okey, tað kann gott verða keðiligt nokkso ofta, men summir dagar er altso virkuliga flott! Her eru nakrar myndir, sum eru tiknar millum jól og nýggjar. Gott nokk er ikki sól og summar, men ógvuliga pent vetrarveður!
Útsýni yvir Koltur, eitt petti av Hestur, og í bakgrundini kunnu Vágarnar hómast.
Velbastaður og Vágar.
Kirkjubø við útsýni yvir Sandoynna og lítið petti av Hestur.
Havnin og Argir, tá tað er um at verða myrkt.
Havnin og Hoyvíkin.
Útsýni yvir Koltur, eitt petti av Hestur, og í bakgrundini kunnu Vágarnar hómast.
Velbastaður og Vágar.
Kirkjubø við útsýni yvir Sandoynna og lítið petti av Hestur.
Havnin og Argir, tá tað er um at verða myrkt.
Havnin og Hoyvíkin.
Brúdleyp
30. desember blivu Annbritt og Alex gift í Kringluni í Føroya Tele. Um kvøldið vóru vit boðin við til døgurða í Oasuni, tað var sera hugnaligt. Her eru nakrar myndir frá degnum :)
Annbritt og Alex, tað flotta brúðarparið :)
Bjørg og Rói :)
Heðin og Elsebeth :)
Barbara, Hjørdis og Bent Levi :)
Arnstein, eg og Barbara :)
Síggja vit ikki intelligent út?? Hehe
Annbritt og Alex, tað flotta brúðarparið :)
Bjørg og Rói :)
Heðin og Elsebeth :)
Barbara, Hjørdis og Bent Levi :)
Arnstein, eg og Barbara :)
Síggja vit ikki intelligent út?? Hehe
Jólaaftan
Á jólum var eg heima í Føroyum. Jólaaftan helt eg saman við familjuni, tvs. mammu, babba, Anniku og Svannu. Tað var ógvuliga hugnaligt, vit ótu dunnu við øllum góðum tilbehoyri og rís a´la mande aftaná, bæði smakkaðu ótrúliga væl :) Seinni um kvøldið kom Arnstein niðan, og vit spældu so nøkur spøl. Her er ein mynd av mammu, babba, Anniku, Svannu og jólaborðinum ;)
Abonner på:
Opslag (Atom)