torsdag, juni 28, 2007

Flytires!!














Ja, so er flytiresið byrjað her í Ålborg! Beinta hevur pakkað heilt fitt hesar dagarnar, og nú má restin so bíða, til vit koma aftur úr Alanya. Tá skulu vit eisini vaskað og mála íbúðina, so tað verður fartur á teir 5 dagarnir, vit hava tá! Vit fáa ein containara eftir tingunum, so vit fáa alt heim við til Føroyar.
Annars fer teldan til reparatión í dag, so tað er ivasamt, hvussu nógv nýtt fer at koma á heimasíðuna ta næstu tíðina. Men vit koma sterkt aftur!! ;)

onsdag, juni 27, 2007

Regn!!!

Her er annars ikki tað heilt góða summarveðrið fyri tíðina, sum tey hava tosað um skal vara alt summarið!! Her regnar rættiliga nógv, men tó ikki so nógv sum yviri í Keypmannahavn! So tað verður gott at fara suðureftir til sydens sol í eina viku ;)

Frokost og farvæl...

Mánadagin høvdu vit okkara síðstu próvtøku, so nú er summarferia!! Ella feria er kanska ov nógv sagt, tí nú er pakkingin byrjað! Men skúlin er í øllum førum liðugur í hesum umfarinum, og mánadagin var samstundis síðsti skúladagur hjá mær her í Danmark... So tað merkir, at eg skuldi siga farvæl við allar í bólkinum eisini, tað er sjálvandi keðiligt. Tær komu so allar til frokost og kaku her heima mánadagin seinnapartin, tað var ordiliga hugnaligt!!














Her eru tær allar, sum eg havi gingið í bólki saman við tað seinasta árið, og nakrar av teimum í 1½ ár.














Stinne, Camilla og Maiken :)














Lene, Camilla, Tanja og Inga :)














Stinne, Camilla, Maiken og Beinta :) Vit 4 hava skrivað uppgávu saman og hava verið í bólki saman øll 3 semestrini.


















Frá nøkrum av gentunum fekk eg ein flottan Holmegaard vasa og eina bukett, sum hóskaði akkurát til! Ordiliga fitt av teimum ;)

torsdag, juni 21, 2007

15. vika :)


















Her er so ein mynd av Beintu í 15.viku :) Búkurin byrjar nú at fáa eitt sindur form, og buksurnar stramma rættiliga nógv! Baby er nú uml. 10 cm langt, so tað veksur dúgliga;)
Til høgru undir "Leinkjur" liggur ein leinkja til heimasíðuna www.netbaby.dk. Her plagar Beinta m.a. at hyggja eftir, hvat hendir hvørja viku inni í búkinum osfr. So um tit eru forvitin, so er bara at fara inn har at hyggja og t.d. trýsta á "Graviditeten uge for uge", sum tit finna, tá tit scrolla síðuna eitt sindur niður inni á netbaby ;)

onsdag, juni 13, 2007

Summar og sól! :-)

Í vikuskiftinum var Elisabet í Ålborg:) Vit hugnaðu okkum ordiliga nógv, tað var so deiligt at hava hana her. Fríggjakvøldið vóru vit yviri hjá Katrin og teimum og grillaðu, uuhmm... Har vóru Katrin, Gunnbrit, Allan, Jeanette, Torleif og vit báðar.
Í vikuskiftinum vóru annars yvir 30 gradir, so puuhhaa tað var heitt!! Tað var næstan ikki inniverandi her heima í íbúðini, tí tað riggaði slett einki at lufta út, og sólin stóð beint inn í alla íbúðina. So tit kunnu ætla, at vit sveittaðu í vikuskiftinum!


















Vit fingu jarðber omaná :)




































Og Allan fekk ís:)














Elisabet og Gunnbrit :)


Leygardagin vóru vit (Beinta, Elisabet, Gunnbrit og Allan) til Åh Abe konsert í Nørresundby. Har vóru uml. 10000 fólk! Og 30 gradir, puha..men tað var heilt ok við tí, bara man drakk nokk av vætu osv. Til konsertina spældu m.a. Anna David, Sigurd Barret, Mek Pek, Signe Svendsen og so fleiri frá MGP 2006. Elisabet og Gunnbrit kendu ordiliga nógvar sangir, so tær hugnaðu sær óført. Og Allan var eisini ógvuliga áhugaður í at hyggja uppá scenuna, serliga tá bamsan kom og upptraðkaði! Á tí stóra konsertplássinum var eisini alt møguligt annað at royna, m.a. vóru Elisabet og Gunnbrit og teknaðu og fingu tikið mynd av sær inni í DR-teltinum, tær blivu málaðar í andlitið os vit keyptu poppkorn, ís osv.. Tað var ein fínur dagur!














Nóóógvir bilar!














Konsertplássið - nógv fólk og scenan í bakgrundini














Gunnbrit, Elisabet og Allan


















Allan sær okkurt spennandi














Her sæst Anna David syngja á stórskerminum














Her verður Elisabet málað














Og her verður Gunnbrit málað


















Allan sovnaði, meðan vit bíðaðu eftir at Elisabet og Gunnbrit blivu málaðar














Hygg so fínar tær eru:)














Hesir klovnarnir gjørdu bara balladu!














Gunnbrit, Beinta og Allan














Her syngja bamsan og konan (minnist ikki hvussu tey eita)














Vit høvdu massar av frukt við, men Allan var serliga upptikin av víndrúvunum :)














Her upptraðka nøkur frá MGP (barna melodi grand prix)














Tá ið konsertin endaði, sendu tey 1000 ballónir upp í luftina, tær vóru reyðar, gular, grønar, bláar og lillaðar!


Sunnudagin vóru Elisabet og eg ein túr úti á rulluskoytum. Tað var ógvuliga heitt, og vit vóru næstan ferdigar, tá vit komu heim aftur!


















Uppdatering

Ja, so var Beinta aftur sløv við at leggja myndir inn! Men tað hevur eisini sínar orsøkir, eftirsum eg var til eksamiu fríggjadagin í Farmakologi (huff, fái svar um 2 vikur..), og nú eru vit í gongd við at skriva uppgávu í bólkinum, sum skal avleverast mánadagin. Síðst í juni skal uppgávan so forsvarast. Men í kvøld er líka eina fríløta:)
Annars er ikki so nógv nýtt herfrá, um man sær burtur frá eksamium.. Alt pappírarbeiðið við flytingini er um at koma uppá pláss, og vit gleða okkum ótrúliga nógv til at fáa feriu og ikki minst til at fara til Turkalands! Arnstein kemur niður 30.juni, og morgunin eftir flúgva vit til Turkaland (líka aftaná eina yvirnáttning á Hotel Hilton, wiiii). Tá vit koma aftur úr tropunum, skulu vit so í gongd við at pakka íbúðina niður, og so flúgva (les: flytir Beinta) til Føroya 14.juli.
Annars gongur alt gott við graviditetinum, og vit gleða okkum til 12.juli, tá skulu vit til scanning fyri aðru ferð og til jarðarmóðir :)
Tá vit koma heima til Føroya, skal Beinta arbeiða í Imerco alt summarið, inntil hon byrjar á nýggjum skúla 27.august:) Tað verður spennandi!

tirsdag, juni 05, 2007

Summar, sól - og vatnplask!

Sunnudagin var sooo gott veður! Seinnapartin fór eg yvir til Katrin og tey ein túr, og vit sótu bara úti í havanum og slikkaðu sól. Jeanette og Torleif vóru eisini har. Jeanette er eisini gravid, so vit høvdu nokk at tosa um:) Allan fekk vatn at spæla við, og hann nýtti tað!! Plaskaði óført og bleiv sjálvandi dýggjvátur til síðst:) Seinni bjóðaði Katrin mær døgurða, vit fingu kylling, chips og salat, uuhm:)














Jeanette, Katrin, Torleif og Allan í bakgrundini (roynir hann at rýma?? Hmm..)


















Allan hyggar sær...


















Og er ógvuliga upptikin... :)

fredag, juni 01, 2007

12. vika :)

Her er so fyrsta officiella myndin av Beintu við eitt sindur av búki. Nú byrjar tað at merkjast á klæðunum, at búkurin er vaksin eitt sindur ;-)
Kristina hevur tikið myndina, hon er (næstan) líka spent, sum vit eru :)