onsdag, marts 28, 2007

Zoologisk Have

Sunnudagin var eisini ordiliga gott veður, so vit nýttu høvi til at fara í Zoologisk Have! Tað var alle tiders, og tað er jú altíð stuttligt at síggja øll tey ymisku djórini. Annars so hevur Beinta longu nú sæð 2 vespur og 2 humlebiir!! Er tað bara eg, ella er tað ikki oordiliga tíðliga?! Vit hava jú bara mars mánaða enn...eg frykti fyri summarinum, puha...

Tvær av apunum


Ein av apunum var ein ordiligur bandit, hon tók m.a. ein posa frá eini aðrari apu! Og til síðst fóru allar apurnar eftir bandittinum, so her verður hon jaktað hehe


Elisabet dámdi væl at verða í Zoo ;)


Hetta er ein surikat - er hann ikki bara fittur? Tað sær næstan út sum hann smílist til kameraið hehe ;)


Hesir surikattarnir beistaðust eitt sindur í tí góða veðrinum :)


Fílarnir vóru allir innandura og fingu at eta.


Elisabet dámdi ikki so væl luktin inni hjá fílunum, haha!


Tikarin var eisini inni og fekk sær okkurt at eta ;)


Giraffurin stakk líka høvdið út um hegnið!


Ein zebra


Arnstein og Elisabet inni í einum av húsunum í tí Afrikanska Landsbýnum


Sjóleyvan slappaði væææl av!


Elisabet og Beinta :)


Hesin kamelurin sá út til at nýta tað góða veðrið :)

Risk!

Leygarkvøldið fingu vit vitjan av Kristinu, Mai, Jakob og Troels. Tey komu yvir at spæla Risk - eitt spæl, sum Arnstein fekk í føðingardagsgávu :-) Beinta hevði bakað ein stakk av pannukøkum (sum opinbart mintu um Rasmus-Klump pannukøkur hehe). Aftaná vit høvdu etið pannukøkur og drukkið te og kaffi, fingu vit okkum vín og chips osv. Eisini kom eitt sindur av turrum fiski á borðið, tí tað høvdu vit lovað teimum at smakka, tá ið vit fingu tað aftur. So vit máttu heldur halda, hvat vit høvdu lovað ;) Elisabet nýtti at sleppa at verða við í spælinum, hon og Arnstein vóru í parti :)

Kristina og Mai :-)


Arnstein og Troels :-)


Arnstein


Mai


Troels


Jakob


Kristina


Beinta


Og her eru so øll (uttan Beinta) - Jakob, Kristina, Mai, Arnstein, Elisabet og Troels :)

tirsdag, marts 27, 2007

Leeekkurt veður :)

Hesir dagarnir hevur verið ordiliga lekkurt veður!! Her fóru vit ein gongutúr í økinum runt um her, sum vit búgva. Vit gingu eisini yvir til Katrin og tey ein túr, men har var bara Gunnbrit inni - og nýggja kettan, sum vit vóru so forvitin eftir at síggja! Og hon var bara so fitt og pen :) Her eru nakrar myndir frá gøtuni á veg yvir til Katrin - á gøtuni eru nakrar fínar standmyndir av H.C. Andersen figurunum, og Elisabet var ein ordans klatrimús hendan dagin!

Elisabet og Arnstein :)


Elisabet framman fyri "Den grimme ælling"


Elisabet og Beinta frammanfyri standmyndina "Fyrtøjet" :)


Elisabet á veg upp á Fyrtøjet!


Ja, hesi vóru fín at halda um ;)


Elisabet á høvdinum á "Havfruen" :)


Beinta og Arnstein


Elisabet og Arnstein við standmyndina av "Den grimme ælling".

Arnstein komin at vitja :))

Mikudagin í síðstu viku kom Arnstein endiliga niður aftur, men tíverri bara á feriu (og arbeiðsørindir) hehe... Men nú var eisini langtsíðani, hann hevði verið her, meira enn 4 mðr... Vit hava bara hugnað okkum, slappað av, sæð vinfólk og Elisabet hevur eisini verið her í vikuskiftinum. Í dag fóru tey bæði so til Keypmannahavnar at búgva á Hilton - ja fínt skal tað verða - áðrenn tey flúgva heim til Føroyar í morgin árini.
Vit hava havt ein leigubil allir dagarnir, tað hevur verið ooordiliga lekkurt! So vit hava verið onkrar biltúrar, og vit hava enntá keypt inn við bili aftur (wiiihh tað var Beinta ordiliga glað fyri!! hehe).

Fíni og lekri bilurin hjá okkum - hví kundu vit ikki bara behalda hann...?


Elisabet, tá ið vit høvdu verið eftir henni leygardagin. Hon sovnaði í bilinum á veg til Ålborg, við einum bomm-summarfugli í munninum og við stóru Diddlinu-bamsuni sum kodda! :)

mandag, marts 19, 2007

Video av Nelly

Her er ein video av Nelly Furtado, meðan hon syngur "Maneater" (<-trýst á). Hetta var síðsta lagið á skránni, so tá fóru vit fram í mannamúgvuna (vit sótu annars aftast í høllini alla konsertina, har sóu vit ordiliga væl) - og av tí sama ristist kameraið nógv, so vónandi fáa tit ikki sjóverk av at síggja tað hehe!

Konsert við Nelly Furtado ;)

Fríggjakvøldið vóru Svanna og eg, sum sagt, til konsert við songfuglinum Nelly Furtado! Tað var ein ordiliga góð konsert, har hon spældi øll síni kendu og góðu løg, so tað var super :) Tann, sum hitaði upp, var tó minni spennandi, fyri ikki at siga totalt óintressantur!! Men her eru nakrar myndir frá konsertini :)







torsdag, marts 15, 2007

Nelly Furtado!!!

Í dag fari eg til Keypmannahavnar ;) Fari við tokinum yvir og skal so møtast við Fridu og Tinu í kvøld:) Svanna kemur eisini til danska høvuðsstaðin í kvøld, og vit báðar fara á konsert hjá Nelly Furtado fríggjakvøldið!! Tað verður vónandi ordiliga gott!! ;))

tirsdag, marts 13, 2007

Góðveður

Hesir dagarnir er veðrið eitt sindur annaðleiðis í mun til hvussu tað var fyri 2 vikum síðani!! Í gjár og í dag hevur verið sól, bláur himmal og lýtt veður (10-15 gradir)! Tað er ordiliga deiligt, og man merkir, at várið er so smátt á veg :) Lat okkum hopa, at tað heldur sær!! :)




Elisabet í Ålborg

Leygardagin kom Elisabet til Ålborg at vitja ;) Beint aftaná hon var komin, fóru vit báðar ein túr oman í Føtex, gingu báðar vegir. Har keyptu vit inn til døgurða um kvøldið, Elisabet vildi gjarna hava heimagjørda pizza, uuhmm.. Leygarkvøldið spældu vit báðar Matador og bara huganðu okkum. Sunnudagin komu Katrin, Gunnbrit og Allan ein túr yvir. Gunnbrit bleiv verandi, og Katrin og Allan fóru at ganga túr og lótu bilin standa eftir her í túninum! So eg hevði bil næstan allan sunnudagin, og tað bleiv útnyttað eitt sindur;) Seinnapartin fóru Elisabet, Gunnbrit og eg út at bowla í Nørresundby, tað var bara skek. Sunnukvøldið koyrdi eg so Elisabet aftur til Horne. Men tað varar nokk ikki so leingi, áðrenn hon kemur aftur til Ålborg, tí Arnstein kemur nemliga til Dk í næstu viku!! ;))

Elisabet og Gunnbrit hugnaðu sær ordiligani...Her hava tær lagt seg væl til rættis í sofuna (ella á borðið?!) og lesa bløð :)


Elisabet og Gunnbrit ;)


Elisabet og Beinta :)


Góðar vinkonur ;)